Trivnaðarætlan
Góður trivnaður er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at næmingar kunnu læra og mennast. Sama er galdandi, um starvsfólk skúlans skulu støðast og mennast.
Heim og skúli
Góð ráð til heimini:
Hesi ráð hava stóran týdning fyri skúlagongdina:
- at barn tykkara kemur væl svøvnt í skúla
- at barn tykkara hevur etið ein heilsugóðan morgunmat
- at barn tykkara møtir til tíðina
- at barn tykkara er væl fyrireikað
- at barn tykkara hevur ein góðan og sunnan matpakka
Minnist eisini til:
tosið jaliga um skúlan heima,
ansið eftir, at øll eru við í felagsskapinum í flokkinum,
avmarkið góðgæti og køkur einans til felags tiltøk í skúlanum,
farið væl við ogn skúlans
Saman kunnu vit skapa bestu fortreytir fyri góðari menning og læring!
Vit á skúlanum hava sett okkum hesi mál:
- At góður trivnaður er í skúlanum sum heild, so øll kunnu trívast og kenna seg trygg.
- At øll vísa atlit, umsorgan og virðing fyri hvørjum øðrum.
- At øll royna at taka ábyrgd fyri egnum gerðum.
- At styrkja og menna sjálvsfatan og sjálvsvirði næminganna.
- At eingin happar ella verður happaður.
- At gott samstarv er millum næmingar, lærarar, skúla og heim.
- At umstøðurnar á skúlanum eru mennandi.
Hvussu arbeiða vit so frama ímóti málunum? Miðað verður ímóti at arbeiða fyri góðum trivnaði í skúlanum og góðum samskifti ímillum næmingar, lærarar og foreldur. Eisini arbeiða vit við at gera umstøðurnar í skúlanum góðar og positivar.
Trivnaður – Samstarv/samskifti – næmingasamrøður
Trivnaður:
arbeitt verður við trivnaði á øllum floksstigum. Arbeitt verður við at menna næminganna sosiala førleika. Tey læra at vera saman á ein góðan hátt. Dentur verður lagdur á, at øll, hóast ymisk, hava sama rætt til virðing. Arbeitt verður eisini við at styrkja sjálvsfatanina og ábyrgdarkensluna hjá einstaka næminginum.
Hvussu gera vit hetta:
Spæliliðið er virkið, flokslærarar hava samrøðu við næmingar javnan, SSP og AKT eru virkin og ráðgeva um okkurt er neyðugt.
Samstarv/samskifti:
Flokslærarin hevur ábyrgd av, at trivnaðararbeiðið í flokkinum verður gjørt. Tað er eisini av stórum týdningi, at toymið samstarvar, og at allir lærarar skúlans draga eina línu. Dentur verður lagdir á, at næmingarnir venja seg at samskifta við øll í flokkinum, skúlastovuni, lærararnar og hinar næmingarnar í skúlanum.
Hvussu gera vit hetta:
Flokslærarin skipar fyri ymiskum tiltøkum so sum útferðum, evnisviku, jólahaldi, føstulávint o.a. Skúlin hevur tiltøk gjøgnum árið, har øll eru við.
Næmingasamrøður:
Í samband við foreldraviðtalurnar tosar flokslærarin við flokkin, og um ynski er, við hvønn næming sær. Umframt samrøðu um fakliga og persónliga menning verður tosað um trivnað í flokkinum og í skúlanum sum heild. Hetta gevur læraranum innlit í sosiala lívi í flokkinum og møguleika at fáa eyga á trupulleikar, sum kunnu verða til happing, um einki verður gjørt.
Hvussu gera vit hetta:
Flokslærarin er nógv um flokkin og tosar nógv við næmingar, bæði einsæris og í flokshøpi. Næmingar eru ikki einsamallir í skúlanum. Tað er altíð ein lærari hjástaddur í fríkorterunum og matarsteðgunum.
Felags upplivingar- ymisk sosial tiltøk
Tað er av stórum týdningi fyri samanhald og trivnað í flokkinum (bólkinum) at fáa felags upplivingar. Skipað verður fyri at fáa øll við í flokkinum. Okkara skúli hevur lutvíst samanlagdar flokkar, og tað er týdningarmikið eisini at skapa góðan trivnað og gott samanhald tvørtur um floksmørk.
Skipað verður eisini fyri tiltøkum fyri allan skúlan. Til dømis:
- Heystvikan (alt um at fletta)
- Ítróttardagur, dansa føroyskan dans og skúlarenning (í samstarvi við Nólsoyar og Velbastaðar skúla)
- Jólahugni fyri foreldur, systkin, abbar og ommur. Allir næmingar luttaka í tiltakinum á ein hvønn hátt. (tónleik,sjónleik, sang, upplestur, lusiagongd, pall-smíð).
- Føstulávintshugni við m.a. tunnisláing. Fara uppá gólv í nakrar vikur.
- Evnisviku/lesiviku.
- Ein dag í hagan, har øll eru við.
- Ein eindagstúr, har allur skúlin fer.
- Spæliliðið eitt fríkorter um vikuna.
- Café við lokið skúlaár.
Flokkurin/stovan saman:
- Útferðir
- Hugnaløta
- Sjónleikur
- Evnisdagar
Toymið tekur stig til ymisk tiltøk. Við felags upplivingum hava næmingarnir eisini okkurt at práta saman um. Tey koma at kenna nýggjar eginleikar hjá hvørjum øðrum. Næmingar, sum ikki klára seg væl bókliga, hava ofta aðrar sterkar síður, sum betri koma til sjóndar í øðrum virksemi enn í vanliga skúladegnum. Tey fáa soleiðis møguleika at vísa, hvat tey duga, og tey merkja í størri mun viðurkenning og virðing.
Ábyrgdari
Flokslærarin hevur ábyrgd at hetta verður sett í verk. Sjálvandi saman við toymi og leiðslu.
Kunnað verður um trivanarætlanina á hvørjum ári á felaksforeldrafundi. Lærarar skúlans kunna um trivnaðarætlan áðrenn fundin. Nýggir lærarar verða kunnaðir um ætlanina, tá ið teir koma á skúlan. Ein faldari er gjørdur um trivnaðarætlanina, og øll heim, ið eru umboðað á skúlanum, fáa hana heim við eftir foreldrafundin.
Virkisætlan ímóti happing
Vit í skúlanum í Kaldbak góðtaka ikki happing. Ein og hvør lærari, sum varnast happing, hevur skyldu at boða flokslæraranum frá.
Flokslærarin skal:
- Boða skúlastjóra frá
- Kalla inn til toymisfund (lærarar í flokkinum) og AKT-lærarin.
- Lýsa støðuna í flokkinum fyri toyminum.
- Fáa ráðgeving frá skúlastjóra og AKT.
- Skipa fyri flokssamrøðu. Um neyðugt hava AKT við.
- Skipa fyri einstaklinga samrøðu í flokkinum. Foreldur/verji skulu verða kunnað um, at trivnaðurin í flokkinum verður kannaður.
- Skipa fyri foreldraviðtalu við foreldur at tí happaða og foreldur at happara/-um hvør sær.
- Skúlastjóri og AKT skulu vera við til hesar fundir.
- Floksfundir verða javnan hildnir.
- Lærarar, sum hava flokkin, verða kunnaðir um tað, sum kemur fram á floksfundunum, so teir vita, hvat rørist í flokkinum
- Toymið eftirmetir, tá ein tíð er farin.