Leiga av skúlanum
Reglur til teirra, ið læna Skúlan í Kaldbak
Gevið gætur at hesar treytir vera hildnar, tá ið skúlin verður læntur.
Alment
- Lánarin rindar depositum á kr. 300,-, áðrenn kotan til lyklaskápið verður latin.
- Leiðan av skúlanum er 300,-.(bæði omanfyri verða avtalað við skúlastjóran)
- Lykilin verður heintaður hjá einum persóni, sum skúlaleiðarin vísir á.
- Sera umráðandi at allar hurðarnar ( 3 í tali) eru læstar og øll vindeygu afturlatin, tá ið farið verður úr skúlanum.
- Royking er altíð bannað í skúlanum og á skúlaøkinum. Tey, sum læna skúlan, skulu bera so í bandi, at ruskílat/-íløt stendur/standa uttanfyri portrið, so fólk sleppa av við sigarettstubbar o.a. rusk.
- Bert hølini í neðra verða útlænt. Lánarin ansar eftir, at eingin fer í teldurnar, og at útgerð skúlans annars fær frið.
Reinhald
Skúlin skal latast aftur í sama standi, sum tá tit komu. Hetta merkir at:
- Gólvini og vesini verða vaskað
- Ruddað verður í skúlagarðinum (sigarettstubbar, sodavatnsfløskur, pappír o.a.)
- Kuldaskápini verða tømd
- Ruskið verður burturbeint. Taka ruskið við sær.
Útgerð skúlans
Lánarin kann ikki nýta tøkni útgerð skúlans, so sum teldur o.s.fr. uttan avtala verður gjørd frammanundan.
- Verður nakað brotið, hevur lánarin skyldu at endurrinda skaðan, tí depositum.
- Tær stovur, ið ikki verða brúktar, skulu steingjast. Hurðin upp á loftið skal eisini steingjast.
Sí annars leinki hjá tórshavnar kommunu um leigu av skúlanum.
https://www.torshavn.fo/get.file?ID=2263
Um ivamál eru, tosið við skúlastjóran Magnus í Króki, tlf. 519800.