Savn
Góðar løtur í rokning í 1.-2. flokki
Fríðbjørg Hammer |
tann: 17.11.2020 |
Tað er ikki so galið at hava rokning
Í løtuni arbeiða vit við tølum up til 100 í 1. flokki.
Vit arbeiða við 1-arum, 10-arum og onkuntíð 100-arum. Hetta er spennandi, tí tølini eru so stór. Vit venja remsuna 10, 20, 30 ... 90, 100; vit býta upp í 10-arar og 1-arar og telja.
Vit máta við sentiterningum, men eisini við blýantum ella hoppibondum -veldst um hvat skal mátast.
í 2. flokki læra vit at býta - tað er ikki so ringt, halda summi, tað er bara tað øvugta av at falda. Snilt :)
Felags fyri báðar flokkar, er at tey arbeiða væl og duga væl. Tað er stuttligt at hava rokning - bæði hjá stórum og smáum.