Savn
Korona og skúlin
Fríðbjørg Hammer |
tann: 28.09.2021 |
Korona og skúlin oktobur 2021
Næmingar og starvsfólk, ið hava verið uttanlands, skulu ikki longur í sóttarhald eftir at hava verið í útlandinum. Mælt verður tó til at tey vísa varsemi og serlig atlit mótvegis felagsskapinum til tey hava úrslitið av kanningini á øðrum degi eftir heimkomu tøkt.
Skúladagurin
Skúladagurin er skipaður sum vanligt og allir næmingar, lærarar og námsfrøðingar fylgja dagligu tímatalvuni og arbeiðsuppgávunum.
Í fríkorterum og á felagsøkjunum ferðast vit øll, men minnast til reinføri, frástøðu í tann mun tað ber til og vanligt vit og skil.
Gestir í skúlatíð
Myndugleikarnir mæla til serligt varsemi við gestum í skúlatíð. Tískil avmarka vit okkum til at gestir í minni mun enn vanligt koma í skúlan í skúlatíð, og at hesir eru serliga ansnir við hondreinføri, frástøðu og smittuvanda annars.
Foreldur kunnu fylgja børnum í skúla sum vanligt og avheinta børnini aftur sum vanligt.
Handreinføri
Vit spritta okkum um hendurnar í durinum á veg inn og á veg út úr skúla. Harumfamt vaska vit okkum um hendurnar, tá ið tímarnir byrja og aftur, tá ið tímarnir enda.
Vasking
Skúlin verður vaskaður eftir skúlatíð. Vaskitoymið vaskar allan skúlan dagliga eftir leiðreglunum um reinføri á skúlum og stovnum.
Frástøða
Vit gera okkum ómak at halda neyðuga frástøðu, har hetta ber til.
Sjúkueyðkenni
Hevur barn tykkara sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma í skúla. Hevur barn tykkara fingið boð um at lata seg kanna fyri korona-smittu ella tit sjálvboðin hava latið barnið kannað, verða tit biðin um at hava barnið heima til úrslitið av kanningini er tøkt. Myndugleikarnir mæla til, at øll, ið hava sjúkueyðkenni, lata seg kanna.
Hetta sama er eisini galdandi fyri starvsfólk .
Persónlig amboð
Tað er framvegis týdningarmikið, at barn tykkara hevur egnan pennahúsa við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, liniál, saks, límstift v.m. - við í skúla. Alt tað, ið tey hava brúk fyri í undirvísingini.
Fráboðanir um sóttarhald og sjúku
Allar fráboðanir um sóttarhald ella staðfesta smittu fara gjøgnum flokslæraran. Foreldur kunna flokslæraran um sína støðu og flokslærarin kunnar foreldur í sínum flokki eftir tørvi.
Spurningnar og ivamál
Hava tit spurningar ella ivamál um hesi viðurskifti, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran.
Eisini eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðslu skúlans.
Sí annars leinkið niðanfyri til www.corona.fo
Vinarliga
Fríðbjørg Hammer, fyrstilærari