Savn
Spæliliðið er byrjað aftur
Fríðbjørg Hammer |
tann: 31.08.2020 |
Spæliliðið er byrjað aftur
Aftur í ár hava vit eitt gott spælilið í Kaldbaks skúla. Í spæliliðnum eru næmingar í 6. og 7. flokki. Spæliliðið spælir við allar næmingar í Kaldbaks skúla fyrsta fríkorter hvønn mánadag.
Í dag vóru tað Birita og Gunnbjørg, sum skipaðu fyri. Fyrst spældu tey Hans og Greta og aftaná tað, spældu tey at toga gularøtur undir fallskíggja.
Øll hugnaðu sær óført - fríkorterið var alt ov stutt.
Eg vænti at yngru næmingarnir gleða seg til næsta mánadag, tá spæliliðið aftur hevur funnið upp á okkurt stuttligt til felags spæl.