Savn
Tað er stuttligt at ganga í skúla
Fríðbjørg Hammer |
tann: 07.09.2020 |
Tað er so stuttligt at ganga í skúla
Í dag hevur fyrsti flokkur arbeitt við rímum og ljóðum í føroyskum. Vit brúktu súluspøl til hetta - tað var stuttligt, áðrenn vit vistu av, so var tímin liðugur.
Fyrstu ferð spældu vit myndalottarí, men hetta var slett ikki sum vanligt myndalottarí. Tá vendarin rópti "Súla", so var tað ikki tann sum hevði eina súlu á síni plátu, sum vann - tað var tann sum hevði eina kúlu, tí súla og kúla ríma. Hetta var spennandi.
Næsta spæl vit spældu var minnisspæl. Heldur ikki hesu ferð var tað heilt sum vanligt. Um vendarin fekk tvey kort, sum byrjaðu líka, fekk mann eitt par. Til dømis um ein "dukkuvognur" var á tí eina kortinum, so fekk mann par um ein "delfin" var á hinum. Hetta var spennandi og slett ikki so lætt. Anita hjálpti okkum væl.
Næmingarnir lærdu at hugsavna seg um ljóð og rím.