Heim & Skúli
Dagarnir fyri jól
Fríðbjørg Hammer |
tann: 09.12.2021 |
Síðstu dagarnir fyri jólafrítíðina
Góðu foreldur og næmingar.
Hendan tíðin fram til jóla hevur als ikki verið, sum hon plagar. Eingin venjing til jólaleik ella Luciagongd. Tíðin hjá okkum hevur verið merkt av bæði smittu og sóttarhaldi.
Vit hava tó roynt so væl vit megna, at desembur skuldi verða ein tíð merkt av at jólini stunda til. Vit hava pyntað skúlan, gjørt ymiskt jólapynt og onkur karamella hevur funnið fram til næmingarnar.
Jólakalendaran hava vit hildið fast í. Tað hevur verið bæði spennandi og stuttligt at lurta eftir teimum sera góðu søgunum, næmingarnir hava skrivað, men eisini hugaligt at síggja glað og spent børn pakka sín pakka upp.
Nú verður árið stytt nakrar dagar og síðsti skúladagur fyri jól verður mikudagin 15. desembur.
Mánadagin vera vit í skúla til 12.30
Týsdagin 14. desembur fara vit at bjóða næmingunum jóladøgurða við rísalamande - kanska ein mandla verður at finna? Skúladagurin endar uml kl 13 - ella tá vit eru liðug at eta og rudda upp eftir okkum.
Mikudagin eru vit í skúla til kl. 12.00
Vónandi verða øll børn aftur í skúla, so vit í felag kunnu ynskja hvør øðrum eini gleðilig jól og eina góða og friðsæla jólaferiu.
Um tørvur er á neyðansing, tvs har eingin onnur ansing er møgulig, dagarnar fram til jóla, mugu tit venda tykkum til Fríðbjørg á tlf 28321 - tó seinast kl 11.00 tann 15. desembur.
Lærararnir