Heim & Skúli
Túrur við Westward Ho og spæliliðið á skeið
Magnus í Króki |
tann: 14.09.2024 |
Mikudagin 4. septembur var 6. flokkur á floti saman við Eyð. Hetta bleiv ein sera góður túrur við góðum veðri. Fiskarnir bitu eisini á, og fingu tey fleiri á krókin.
Hósdagin 12. septembur vóru tey so aftur á ferð, tá tey skuldu á skeið í at vera spælilið. Tey kláraðu seg óført og vóru dugnalig til at seta Hávaspælið í gongd, tá tað varð teirra túrur. Vit gleða okkum til fyrsta fríkorterið hvønn týsdag, tá hesi fara at leiða okkum í spæli.