Heim & Skúli
Seturskúli og Havnartúrur
Magnus í Króki |
tann: 01.07.2025 |
Hósdagin 12. juni fóru 4.-6. flokkur til Mikladals á seturskúla. Á túrinum varð Kópakonan, grøvin hjá James Bond og handilin á Trøllanesi vitjað. Ein sera góður túrur, har veðrið heilt sikkurt var við okkum.
0.-3. flokkur var í Havn, har tey byrjaðu dagin í Sjósavninum. Eftir hetta vitjaðu tey heima hjá Moniku, áðrenn tey skuldu í Bowlinghøllina. Tá bowlingin var liðug, tóku tey buss aftur til Kaldbaks, har tey spældu í høllini og fingu pitsa frá Pizza67.
Ein sera góður dagur, bæði norðanfyri og sunnanfyri.