Heim & Skúli
Løtur í oktobur
Magnus í Króki |
tann: 05.11.2024 |
Nógv er hent í oktobur, og her fáa tit eina rúgvu av myndum at síggja. Vit hava verið og flett í Kaldbaksbotni og eftir flettingina gingu vit heim til skúlan. Ein deiligur túrur í góðum veðri.
Eisini hava vit endiliga fingið høllina, sum bleiv tikin í brúk fyrsta dagin. Vit hava frá skúlabyrjan havt ítrótt á fótbóltsvøllinum, tá veðrið hevur loyvt tí, men eisini onkrar inni tímar við massagu hava sníkt seg í millum. Tað skal so sigast, at næmingarnir eru sera fegnir um at hava fingið sína egnu høll og longu nú hava vit havt vitjan av Kurvabóltssamband Føroya, ið hevur vant 4.-6. flokk til Skúlaleikir.
Vit hava eisini tikið okkara árligu skúlamyndir, sum rigga sera væl og at enda oktobur mánaðin hava vit skorið grasker út til Halloween.
Ein deiligur mánaði, og vit gleða okkum til fleiri.