Heim & Skúli
Lærari til Kaldbaks skúla
Magnus í Króki |
tann: 08.10.2024 |
Lærari til Kaldbaks skúla
Starv sum flokslærari í miðdeild er leyst at søkja.
Starvið er eitt tíðaravmarkað farloyvisstarv frá 22. oktobur til og við 11. februar. Starvið er á setanarbroti 0,5-0,6. Møguleiki er eisini fyri at lesa vikartímar hetta tíðarskeiðið.
Frá 17. februar fram til summarferiuna er eitt fulltíðarstarv leyst, ið umsøkjari kann halda fram í. Hetta starvið hevur tímar í forskúlanum og skúlanum.
Um skúlan:
Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru. Tað er stutt frá haga og fjøru. Í skúlanum ganga 29 glaðir og læringshugaðir næmingar. Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Komandi skúlaár verða vit 29 næmingar frá 1. til og við 6. flokk, umframt 6 næmingar, sum eru innskrivaðir í forskúlan. Forskúlin letur upp hvønn morgun kl. 7.30. Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.
Søkt verður eftir lærara, ið kann undirvísa í føroyskum, enskum, donskum og H/L. Eisini hevur umsøkjari hug at vera við til at menna forskúlan saman við námsfrøðingi.
Hvør ert tú?
Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi.Tú dugir væl at samstarva og dugir at skapa trivnað. Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í undirvísingini. Eisini ert tú positiv/ur av lyndi.
Til starvið verður væntað: Tú hevur læraraprógv og førleika at undirvísa í lærugreinunum til grundskúlan.
Starvið verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 20. oktobur 2024 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til: Magnus í Króki, skúlastjóra á magnus.kroki@skulin.fo viðmerk 'starv'. Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800.