Heim & Skúli
Fiskikapping
Fríðbjørg Hammer |
tann: 09.09.2020 |
Fiskikapping í 6.-7. flokki
Góðu foreldur og næmingar.
Fiskikappingin, sum varð avlýst vegna veður, verður nú fríggjadagin t. 11. septembur kl 7.45 til umleið á middegi. Rudolf fer við teimum at fiska. Næmingarnir hava frí aftaná.
Bussurin koyrir aftur til Kaldbaks kl 13.41 frá sms.
Hvør næmingur kann hava ein vaksnan við, men hetta er ikki eitt krav.
Minnist til at vera í heitum klæðum og at hava ein góðan matpakka og drekka við.
Boð frá manningini á Westward Ho:
Gott kvøld tit
Eftir í kvøld at hava tosað við skíparan á Westward Ho um veðrið fríggjadagin varð gjørt av, at tykkara skúlar fara at fiska fyrrapartin fríggjadagin 11. september, kl. 8:00. Næmingar, lærarar og møgulig foreldur skulu møta kl. 7:45, so klárt er at sigla stundisliga kl. 8:00.
Umborð á Westward Ho hava vit bjargingarvestar til allar næmingar umframt tráður. Um onkur hevur hug sjálv/ur at taka toskatráðu við, er hann/hon sjálvandi vælkomin til tess.Tit verða biðin um at hava posar við, so næmingarnir kunnu taka fiskin við til hús.
Umframt teir 3 bygdaskúlarnar verður eisini Lítliskúlin helst við at fiska fríggjadagin 11. september, fyrrapartin.
Vit síggja fram til fáa tykkum umborð á Westward Ho fríggjadagin.
Vinarliga / Best Regards vegna Westward Ho
Claus Reistrup
Vit í Kaldbaks skúla ynskja tykkum góðan fiskiskap.