Heim & Skúli
Fletting í Kaldbaksbotni
Magnus í Króki |
tann: 22.10.2022 |
Mikudagin 19. oktobur vóru vit og vitjaðu Jonnu og Katrin í Kaldbaksbotni og sóu pápa og mammu teirra fletta eitt lamb. Næmingarnir vóru sera áhugaðir, sjálvt teir, ið hava flett nokk her í heyst. Vit fingu eisini lekra sjokulátakøku omaná, áðrenn vit fóru til gongu yvir aftur til skúlan. Ein deiligur dagur saman.