Heim & Skúli
Gloymd klæði
Fríðbjørg Hammer |
tann: 26.11.2020 |
Gloymd klæðir
Aftur í ár liggja klæðir og annað eftir í skúlanum, sum næmingarnir ikki kennast við.
Klæðini liggja frammi til hósdagin 17. desembur og verða síðani koyrd til endurnýtslu.
Vit hava ein góðan vind- ella venjingarjakka stødd L.
Tveir góðir súkkluhjálmar.
Ein T-troyggja, Qigong 2019 stendur á henni.
Einar fínar glitrutar hosur (ella sokkar) .
Og so er ein sera fitt smábarnatroyggja - passar nokk ikki eigaranum longur, men kanska onkur annar í familjuni passar hana?
Tað er bara at koma inn á skúlan í skúlatíð, ella gera eina avtalu við Fríðbjørg á 283213, so finna vit útav onkrum.