Heim & Skúli
Gongutúrur til Kirkjubøar
Magnus í Króki |
tann: 15.06.2023 |
Týsdagin 13. juni fór allur skúlin til Kirkjubøar. Vit gingu úr Havn (Smiðjugerð) og upp um fjall. Túrurin tók akkurát tríggjar tímar og var hetta við pausum. Tá komið var til Kirkjubøar fóru næmingarnir at hyggja eftir Múrinum og síðani at spæla eitt sindur, áðrenn bussurin koyrdi allan vegin heimaftur til Kaldbaks. Um veðrið verður soleiðis aftur, so verður hetta ein árligur túrur.