Heim & Skúli
Ítrottardagurin 2021
Fríðbjørg Hammer |
tann: 07.06.2021 |
Tað eydnaðist at halda ítrottardagin á Velbastað í ár
Leingi er tað, ið væl skal vera - sigst.
Vit fóru øll glað og spent til Velbastaðar til árliga afturvendandi ítrottardagin í SSS-høpi.
SSS-samstarvið er samstarvið millum Smá Skúlarnar í Suðurstreymi, tvs. Kaldbaks skúla, Nólsoyar skúla og Velbastaðar skúla.
Føroya størsti bussur kom eftir okkum í Kaldbak og koyrdi okkum beinleiðis til Velbastaðar skúla. Har tók Selmar ímóti okkum, okara næmingar, sum kendu Selmar, vóru glað fyri at heilsa upp á hann aftur.
Úti í garðinum vóru næmingarnir deildir upp í 4 bólkar - deild upp eftir aldri, so tey í sama bólki vóru nøkunlunda javngomul. Tað var gott.
Postarnir vóru ymiskir. Vit høvdu tikið okkara stúltur við, so ein postur var at ganga á stúltum - hjá summum var hetta fyrstu ferð tey royndu tað.
Á einum posti var posarenning, á einum kross-og-bolla-stafett og á tí síðsta var ymisk spøl til bólkar, so sum blinka og vaskimaskina.
Vit settu tíð av til frítt spæl eisini.
Samanumtikið ein góður dagur saman við nógvum fittum og glaðum børnum.