Heim & Skúli
Kaldbaks skúli ynskir øllum eini gleðilig jól
Fríðbjørg Hammer |
tann: 16.12.2021 |
Kaldbaks skúli ynskir øllum eini gleðilig jól
Nú bleiv hetta ein øðrvísi endi á árinum enn vanligt - annað árið á rað.
Vit hava tó roynt at verið eitt sindur jólalig kortini.
Myndirnar eru frá teimum trimum síðstu døgunum fyri jólafrítíðina, sum í ár kom nakað fyrr enn væntað.
Vit hava klipt, teknað og seymað - kanska onkur hevur fingið eitt vakurt jólakort ella annað við sær heim. At baka hoyrir jólunum til, eisini í skúlanum í ár. Vit hava bæði bakað og etið smákøkur í skúlanum - tað, sum ikki varð etið, varð koyrt í smáar posar at hava við til hús.
Eisini hava vit havt ein deiligan jóladøgurða saman, næmingar og lærarar. Tað besta var tó, at í rísalamandinum vóru tvær mandlur: Liam og Sólja fingu hvør sína og harvið eisini hvør sína mandlugávu.
Mikudagin gjørdi hvør næmingur eina jóladekoratión - vakrar vóru tær.
Kl 10.00 fóru vit í kirkju - aftur í ár í skúlanum, men hesu ferð var tað stroymað frá Løkshøll, har triðji flokkur hjá teimum var kór og Meinhard Bjartalíð helt jólagudstænastuna fyri okkum øllum. Hóast hetta ikki var sum vanligt, var tað hátíðarligt.
Tá gudstænastan var liðug kom jólamaðurin á gátt - vit vóru annars eitt sindur bangin fyri, at hann var endaður í sóttarhaldi, men lukkutíð, so var ikki.
Eftir er hjá okkum at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, við tøkk fyri brátt farna.
Vit síggjast aftur mikudagin 5. januar kl 8.00
Heilsan lærarar skúlans