Heim & Skúli
Kaldbaks skúli ynskir øllum eini gleðilig jól
Fríðbjørg Hammer |
tann: 16.12.2021 |
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár
Aftur í ár blivu jólini ørðvísi enn ætlað í Kaldbaks skúla.
Men tað er ikki tað sama sum at tað bert hevur verið keðiligt. Nærmast tvørturímóti.
Vit hava havt pakkakalendara og góðar søgur hvønn morgun - altíð spennandi at vita hvør skal hava pakka.
Mánadagin bakaðu vit smákøkur og lurtaðu eftir jólatónleiki. Næmingarnir vóru óførir at rudda upp eftir sær eisini. Nakrir næmingar flustu epli og kókaðu greyt til týsdagin. Tað má sigast, at hetta lukkaðist sera væl.
Týsdagin gjørdu tey elstu døgurða -fleskasteik við brúnum eplum, reyðkál og sós. Omaná fingu vit rísalamande, tvær mandlur vóru koyrdar í. Spennandi var at vita, hvør undi fáa mandluna. tà greyturin var uppi, sótu Liam og Sólja eftir við mandlunumog tey fingu fínar mandlugávur.
Síðsta skúladag fyri jól, gjørdu næmingarnir hvør sína jóladekoratión at hava við til hús.
Vit fóru til jólagudstænastu á netinum. Gudstænastan varð stroymd úr Løkshøll. Teirra triðjiflokkur sang kórsang og Meinhard Bjartalíð prædikaði.
Tá gudstænastan var liðug kom jólamaðurin á gátt - vit vóru nøkur, sum vóru eitt sindur stúrin um hann nú mundi sita í sóttarhaldi, men so var ikki.
Eftir er bara at ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár - vit síggjast aftur mikudagin 5. januar kl 8.00
(Myndirnar verða lagdar inn seinni)
Heilsan lærarar skúlans