Heim & Skúli
Lýsing eftir lærara
Magnus í Króki |
tann: 21.06.2024 |
Leys størv í Kaldbaks skúla
Hesi størv verða lýst leys at søkja:
- 1 tíðaravmarkað lærarastarv skúlaárið 2024-2025 til forskúlan á lønarbroti 0,375 umframt tímar í skúlanum á lønarbroti 0,625. Starvið er tí fulla tíð.
Um skúlan:
Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru. Tað er stutt frá haga og fjøru. Í skúlanum ganga 29 glaðir og læringshugaðir næmingar. Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Komandi skúlaár verða vit 29 næmingar frá 1. til og við 6. Flokk, umframt 6 næmingar, sum eru innskrivaðir í forskúlan. Forskúlin letur upp hvønn morgun kl. 7.30. Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.
Søkt verður eftir lærara, ið eisini kann undirvísa í vanligu lærugreinunum í barnaskúlanum. Tað kann vera ein fyrimunur at kunna undirvísa í teimum musiskt-kreativu lærugreinunum, svimjing og heimkunnleika, men hetta er eingin treyt.
Hvør ert tú?
Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi.Tú dugir væl at samstarva og dugir at skapa trivnað. Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í undirvísingini. Eisini ert tú positiv/ur av lyndi.
Til lærarastørvini verður væntað: Tú hevur læraraprógv og førleika at undirvísa í lærugreinunum til grundskúlan.
Lærarastørvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi leygardagin 5. juli 2024 kl 12.00
Umsóknin verður stílað til: Magnus í Króki, fyrstalærara á magnus.kroki@skulin.fo viðmerk ´starv`. Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800