Heim & Skúli
Ræstkjøtaveitslan 2021
Fríðbjørg Hammer |
tann: 15.04.2021 |
Ræstkjøtaveitslan 2021
Aftur í ár bar til at hava eina ræstkjøtaveitslu fyri foreldrum og næmingum í Kaldbaks skúla.
Í fjør heyst varð eitt lamb flett, sum vit hongdu upp at ræsa, næmingar gjørdu rullupylsur, sum nú vórðu kókaðar og lagdar í pressu (Metbøkurnar eru sera góðar rullupylsupressur), bakaðu drýl og so var annars flust og skorið niður. Tað skal eitt sindur til at metta 24 næmingar og teirra foreldur og lærarar.
Fleiri foreldur høvdu bakað og gjørt okkurt gott til omaná. Túsind takk fyri tað.
Vit vóru væl nøgd í skúlanum og eg haldi, at bæði foreldur og næmingar fóru glað og mett til húsar aftur um kvøldið.
Vit gleða okkum longu til at fletta aftur í heyst og longu tá at fyrireika hesa góðu máltíð til komandi ár.