Heim & Skúli
Ruddingardagur 2022
Fríðbjørg Hammer |
tann: 06.05.2022 |
Ruddingardagur 2022
Í dag hava vit í Kaldbaks skúla ruddað. Vit byrjaðu dagin inni í Kaldbaksbotni. Veðrið var av tí allarbesta. Vit fyltu fleiri posar.
Innafturkomin í skúlan,deildu vit okkum í trý hold, 1.-2. vóru rundan um skúlan og við spæliplássið og ruddaðu. 3. flokkur ruddaði niðanfyri húsini hjá Liam.
4.-6. flokkur var fyrst frá skúlanum og úti við Á, aftaná ruddaðu tey á Bø.
Nøgdin av burturkasti er minkað munandi síðstu árini og tað er bara gott.
Eitt, sum vit løgdu merki til vóru teir mongu snúsposarnir, vit tóku upp inni í skúlagarðinum - tað hildu vit vera bæði ólekkurt og óneyðugt, tí fleiri ruskíløt eru í skúlagarðinum.
So vit vilja við hesum heita á øll tey, sum snúsa um at taka snúsposarnar við sær til hús, tá tey vitja í skúlagarðinum ella at koyra teir í ruskíløtini.
Áðrenn tey yngstu fóru til hús, fingu vit caramel og kolasunkist.
Ein deiligur dagur, við sól og eitt sindur av vindi - og nógvum røskum glaðum børnum.