Heim & Skúli
Seturskúli 2021
Magnus í Króki |
tann: 16.06.2021 |
Seturskúli 2021
Seturskúlin bleiv í ár hildin í skúlanum, og var hann framúr góður.
Vit byrjaðu dagin í skúlanum, har næmingarnir funnu sær sítt pláss at sova og síðani fóru vit til Havnar. Vit fóru fyrst ein túr í Viðarlundina og so í Gundadal. Beint áðrenn vit skuldu bovla kl. 11 kom borgarstjórin á vitjan og gav spæliliðnum eitt prógv fyri gott avrik hetta skúlaárið. Síðani fóru vit at bovla, og øll hugnaðu sær óført. Eftir bovlingin varð liðug, fingu næmingarnir ein burgara við kips og cola og pinnaís omaná. Tað bleiv so heilt sikkurt væl etið. Tá maturin hevði sett seg, fóru vit ein túr oman í Grasagarð, áðrenn vit skuldu við bussinum aftur til Kaldbaks.
Í Kaldbak vitjaðu vit beinanvegin fyritøkuna BioFar og sóu, hvat tey arbeiða við. Næmingarnir vóru sera forvitnir og spurdu nógv. Aftaná vitjanina var ein fríløta áðrenn tey elstu fóru í gongd við at gera matin kláran. Tað bleiv til ein góðan umgang av chili con carne og tykkara lekru køkur omaná. Síðani bleiv tað til ymisk spøl, ið tey elstu skipaðu fyri áðrenn hvør stova tendraði ein góðan film. Kl. 22.30 fóru tey fyrstu at leggja seg og umleið midnátt var sera friðarligt.
Vit vóru longu uppi kl. 7.30 og kl. 10 vóru øll farin heim aftaná ein stuttligan, langan og øðrvísi dag saman. Vit gleða okkum longu til komandi seturskúla.
Vh.
Lærararnir