Heim & Skúli
Skúlaleikir, skúlatalv og leikir
Magnus í Króki |
tann: 22.03.2024 |
Í mars hava næmingarnir í skúlanum verið til ymisk tiltøk. 4.-6. flokkur var 14. mars til kapping í Skúlaleikir. Byrja var við kurvabólti og síðani skuldu tey kappast í rørslumegi (Crossfit). Tey kláraðu seg sera væl og arbeiddu væl saman. Hetta kann man síggja í myndunum, tá tey til síðst skuldu spæla eitt blindaspæl.
Mánadagin 18. mars vóru 3., 4. og 6. flokkur til skúlatalvkapping á Toftum. Hetta er fyrstu fer at hesi børnini hava verið til eina talvkapping, og tey vístu seg frá allarbestu síðu og fingu eitt flott úrslit. Stuttligt verður at fylgja við frammeftir.
Mikudagin 20. og hósdagin 21. apríl vóru vit so til tveir leikir. Mikudagin vóru vit í Mentanarhúsinum í Fuglafirði til sangleikin Mamma Mia!. Hesin leikurin var sera flott gjørdur, bæði leikurin og kulissurnar. Sangirnir vóru góðir og hoyrdi man fleiri næmingarnir syngja hesar í bussinum á veg heim. Hósdagin vóru vit so í Runavík til sjónleikin Vakurleikin og Beistið (Beauty and the Beast). Aftur hesa fer var leikurin ótrúliga spennandi at síggja. Allur leikurin var á føroyskum, sjálvt sangirnir, ið 10. floks næmingarnir sjálvir høvdu umsett.
Vit eru ótrúliga heppin at sleppa til so nógv spennandi hvørt ár og gleða okkum nú til, hvat fer at henda eftir páskir.