Heim & Skúli
Skúlin ynskir øllum eina góða summarferiu
Magnus í Króki |
tann: 22.06.2022 |
Síðsti dagur
Týsdagin 21. juni var seinasti skúladagur í ár. Vit søgdu tí farvæl við Gunnbjørg, Helenu og Stellu, ið fara í Eysturskúlan at ganga víðari. Eisini søgdu vit farvæl við Fríðbjørg og takkaðu henni fyri trý góð ár.
Skúlin vil annars ynskja øllum eina góða summarferiu, og vit síggjast aftur hósdagin 18. august.