Heim & Skúli
Tað er so stuttligt at ganga í skúla
Fríðbjørg Hammer |
tann: 23.08.2021 |
At rokna er bæði stuttlig, spennandi og avbjóðandi
Í roknitímanum í dag var nógv at gera.
Í fyrsta flokki hava vit snakkað um tøl og spælt eitt stuttligt talspæl við einum klipsi. Næmingarnir arbeiddu sera hugagóðir og spentir. At flenna, práta um tøl og læra í senn - tað er gott.
Í øðrum flokki var eisini talt. Orðið "hagtøl" var lyklaorðið í dag. Hagtøl vóru førd inn í ymsar talvur - eisini her arbeiddu næmingarnir sera hugagóðir.
Í triðja flokki var bæði krossskipan og handilsrokning á skrá - eisini her var arbeitt sera væl og hugagott.
Allan tíman á tamb var prátað, arbeitt, flent og spurt - ein sera góður tími.