Heim & Skúli
Gongutúrur fyri næmingar og foreldur 20. mars 2021
Fríðbjørg Hammer |
tann: 08.03.2021 |
Skipað verður fyri gongutúri fyri øllum næmingum skúlans og foreldrum teirra 20. mars 2021
Skipað verður fyri gongutúri 20. mars í ár um veðrið verður til vildar.
Vit gleðast um nýggju tilmælini, og at várið er komið so væl áleiðis. Várjavndøgnið 20. mars, verður tí skipað fyri gongutúri í haganum omanfyri bygdina. Ætlanin er at byrja túrin klokkan 10. Hvar vit hittast og ganga verður avgjørt nærri degnum. Eftir gongutúrin verður suppa og køka at fáa á skúlanum. (Vónandi ber til hjá øllum at koma).
Tørvur er á einum tveimum, trimum skuffukøkum, um ein ella fleiri tykkara vilja baka, so hevði tað verið sera gott.
Eisini er brúk fyri, at onkur bjóðar seg til at gera suppu til øll, tá tey koma aftur frá gongutúrinum.
- Unn, mamma Geyta í triðja flokki skipar túrin saman við Inga, pápa Sámuel í sætta.
Vónandi verður góð undirtøka.
Vinaliga
Unn