Heim & Skúli
Nýggja coronastøðan
Fríðbjørg Hammer |
tann: 24.05.2021 |
Nýggj tilmæli
Góðu foreldur og næmingar.
Skúlin er opin sum vanligt í morgin, týsdagin 25. mai kl 7.50.
Tykkum kunnugt, so hevur covid-19 farsóttin tikið seg upp áftur við nógvari smittu í Føroyum.
Sum tit vita, so er smitta staðfest í Kaldbak. Landslæknin hevur í sínari smittusporðing gjørt av hvørji skulu í sóttarhald, og tey hava øll fingið boðini ella fáa boðini hvørja løtu.
Tað er umráðandi, at vit lata okkum testa fyri covid-19, um vit hava grundaða orsøk til tess - áðrenn vit koma í skúla. Tað kann vera tí, vit kenna á okkum sjúkueyðkenni ella meta okkum hava verið nær smittaðan persón.
Tað hevur týdning, at tit boða flokslæraranum frá, um barn ella børn tykkara ikki koma í skúla.
Henda nýggja corona støðan ger, at vit venda aftur til tilmælini , sum vóru galdandi við skúlaársbyrjan 2020.
Tey vóru:
At foreldur ikki koma inn í skúlan við teirra børnum
Handreinføri – at næmingar vaska hendur, tá teir koma í skúla og síðan við jøvnum millumbili
Frástøðu – mælt verður til, at næmingar bert eru saman við børnum í teirra flokki, bæði í og aftaná skúlatíð - vit hava roknað Kaldbaks skúla sum ein flokk, tí vit eru so fá.
Viðfest er skriv frá undirvísingarstýrinum